Á samkomu á Hotel Hafnia seinnapartin fingu 23 heilsustarvsfólk prógv sum demenssamskiparar. Frammanundan høvdu nýklaktu samskipararnir í demens lagt fram verkætlanir, sum teir hava arbeitt við. Starvsfólkini fóru undir útbúgvingina fyri fýra mánaðum síðani.
Flestu samskipararnir starvast hjá Heilsu- og umsorganartænastuni, og so hava starvsfólk í kommunusamstørvunum á eldraøkinum kring landið og starvsfólk á Landssjúkrahúsinum eisini tikið útbúgvingina.
Á myndini síggjast allir teir nýggju demenssamskipararnir umframt, Jónvør Christiansen, dygdarmennari í Heilsu- og umsorganartænastuni, undirvísararnir Birgitte Vølund og Mette Søndergaard umframt forkvinnan í eldranevnd kommununnar, Bergun Kass og Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.