23 spaniólar vitja Kósina

Fiskivinna

Í hesum døgum vitja ikki færri enn 23 spaniólar, sum keypa saltfisk, flakavirkið
á Kósini í Klaksvík.
Tað er ikki á hvørjum sinni, at so nógv viðskiftafólk vitja eitt flakavirki ?
og úr so fjarskotnum landi.
Egil Johansen, sum starvast hjá Kósini, samskipar vitjanina hjá spaniólunum og
ein íslendingur, sum Kósin samstarvar við, er eisini við í ferðini.
Spaniólarnir, sum komu til Føroya miðskeiðis í hesi vikuni, fara avstað aftur
leygardagin, og á ferðini í Føroyum vitja teir bara á Kósini.
Sosialurin skilir, at millum útlendsku gestirnar er eisini onkur stórur keypari
av saltfiski.
Á Kósini hava tey ikki latið so illa at gongdini við saltfiskinum, sum onkur
onnur virki, ið virka saltfisk, hava gjørt.
Sosialurin fer at venda aftur til vitjanina í komandi viku.