23 ára gamla havnardaman, Anna Herup Høgnesen, er eitt sindur av einum ævintýrara. Henni dámar væl avbjóðingar og at royna okkurt nýtt, og tað er eisini tí hon nú er í herinum.
Anna fór úr níggjunda flokki og niður til Danmarkar á ítrottarskúla í eitt ár. Síðani kom hon heim aftur og fór í student í Hoydølum. Eftir lokna útbúgving har arbeiddi hon eitt sindur, áðrenn hon fór at fjakka til Avstralia.
Aftur komin av ferð arbeiddi hon aftur eitt sindur, og nú er hon so farin í herin.
- Mær dámar væl at sleppa út og at royna nýggjar avbjóðingar, og tí eri eg her, sigur Anna Herup Høgnesen úr Slagelse, har hon heldur til saman við 400 øðrum, sum eisini eru farin í hernaðarskyldu í danska herinum.
Fyrsta føroyska kvinnan
Hon hevur nú verið í herinum í tveir mánaðir og vantar nú tveir mánaðir, til hon verður liðug.
- Eg havi latið mær fortalt, at eg eri fyrsta føroyska kvinnan í herinum, men eg veit ikki heilt, um tað passar. Tað eru so í hvussu so er fleiri føroyskar, sum hava verið í sjóverjuni, greiðir Anna frá.
Men hóast sítt óvanliga val, so hevur ongin kallað hana øra ella annað keðiligt.
- Nei, tað er ongin, sum hevur sagt við meg, at eg eri ør í høvdinum. Heldur stuðla tey mær og halda tað er spennandi, sum eg eri farin undir, sigur Anna.
Sum í filmunum
Anna er nú komin í helvt við sínum tíðarskeiði í herinum, og talan hevur verið um
tveir hendingaríkar mánaðir.
- Tú lærir, hvussu tú skalt bera teg at, um tú skalt út, tú lærir at skjóta, at ferðast í náttúruni og at veita fyrstuhjálp.
Vit kenna úr filmunum, hvussu yvirmenn koma inn í kamarið og kanna um alt er reint og ruddiligt, hvussu tað verður marsjerað og hvussu leiðararnir kunnu rópa og geyla. Og Anna sigur eisini, at tað ikki er heilt ólíkt.
- Ein vanligur dagur hjá okkum byrjar ofta klokkan fimm á morgni. Vit skulu gera okkum klár, rudda kamarið og gera tað reint og so eta. Tað koma yvirmenn inn og kanna kamarið. Klæðini skulu liggja á einum serligum plássi og upp á ein serligan máta. Songin skal vera uppreidd, og so má tað vera reint og onki støv skal vera nakrastaðni. Hetta verður alt kannað, og í meðan standa vit upprættað og bíða, greiðir Anna frá.
Tað er ymiskt, hvat tey gera frá degi til dags, men ofta verður farið út á skjótibreytina.
- Tá skulu vápnini heintast klokkan sjey, og so ganga vit út á skjótibreytina og eru har í tríggjar-fýra tímar, áðrenn vit fara til døgurða.
- Eftir døgurða er ofta ítrottur á skránni, har vit renna, styrkisvenja ella hvat tað skal vera. So eru eisini fyrilestrar um eitt nú fyrstuhjálp og onnur evnir, áðrenn vit eta nátturða, sigur hon.
Ymiskt er, hvussu langir dagarnir eru, men tey hava ongantíð frí áðrenn klokkan trý, og tað kemur fyri, at tey eru í gongd til á midnátt.
Gingið í 23 tímar
Gerandisdagurin er skiftandi, og inn í millum eru tey eisini túrar. Her fyri vóru tey á einum sonevndum REX-túri, sum er ein yvirlingartúrur, ið øll stúra fyri, og Anna greiður soleiðis frá.
- Vit vistu, at vit skuldu ein túr, men ikki hvat klokkan. So mánamorgun klokkan fýra vórðu vit vakt og vit fingu eitt korter at gera okkum klár í.
- Fyrsti dagurin á túrinum var ikki so strævin, har vit settu teltini upp og hildu vakt. Dagin eftir gingu vit so tólv kilometrar við hvør sínum ryggsekki á baki, sum vigaði tjúgu kilo. Hetta var bæði heitt og hart.
- Av tí, at tað er ógvuliga avmarkað, hvat vit kunnu hava við á einum túri sum hesum, so er tað eisini so sum so við tí, vit fáa at eta, og tann eina dagin át eg bara eitt súrepli allan dagin, greiðir Anna frá.
Hevði REX-túrurin ikki verið heilt so strævin, sum tey høvdu roknað við, so gjørdist hann tað sanniliga seinni.
- Eitt kvøldið fóru vit avstað klokkan átta, og gingu til klokkan sjey um morgunin. Men vit komu ikki til rætta staðið fyrr enn klokkan var farin av sjey, og tá vit longu skuldu víðari klokkan kvart yvir sjey, fingu vit ongan steðg har. So vit vórðu noydd at halda áfram til klokkan sjey um kvøldið, og tá høvdu vit so gingið í 23 tímar út í eitt, sigur Anna.
Bazooka og rottur
REX-túrurin er tó ikki tað einasta villa, sum Anna hevur roynt í herinum. Hon hevur eisini skotið við bazooka og grulvað í eini kloakk við rottum í.
- Vit hava skotið við tí, ið eitur panserværnsvápn, sum er ein bazooka. Tað var skeg og øðrvísi, og tað er stuttligt at læra at skjóta.
Var tað stuttligt at skjóta, so var tað hinvegin minni stuttligt, tá Anna saman við hinum skuldi grulva í gjøgnum eina kloakk við rottum í.
- Í kloakkini var fullkomiliga myrkt, og vit høvdu einans høvdið oman fyri vatnskorpuna. Tað var lítið hugaligt, og tað gjørdi ikki støðuna betri, at rottur vóru í kloakkini, greiðir Anna frá, sum eisini hevur roynt at sovið undir opnum himli í oysandi regni.
- Í øllum førunum er tað soleiðis, at tá tú ert í støðuni, so er tað bara nakað, tú skalt hava yvirstaðið, og so kunnu vit flenna at tí um kvøldið, tá vit práta saman.
Styrkt upp á allar mátar
Tað er hart, og tað er strævið í herinum, men tað er eisini stuttligt, sigur Anna.
- Eg eri vorðin sterkari upp á allar mátar, og havi eisini funnið út av, at tú megnar meiri enn tú heldur.
Tá teir fýra mánaðirnar eru lidnir, er Anna liðug, og hevur hon tá møguleika at fara víðari, men tað ætlar hon ikki.
- Nei, tað er ikki ætlanin. Eg havi ongantíð ætlað at farið víðari í herinum, men fór tí eg vildi hava nakrar persónligar avbjóðingar, sum eg eisini havi fingið, sigur Anna Herup Høgnesen í Slagelse.