VÍF-Tjaldur 32-9 (17-6)
Ofta verður tikið til, at um sama mistak verður gjørt fleiri ferð á rað, er okkurt logandi galið. Hetta tóktust vestmannakvinnurnar eisini at hava fatað, og tískil fóru tær í fullum álvara undir uppgávuna, tá kvinnurnar hjá Tjaldur skuldu royna seg móti kvinnunum hjá VÍF.
Einvegis ferðsla
Tað var nevnliga rættuliga skjótt greitt, at VÍF ætlaði sær at vinna henda dystin, tí beinanvegin byrjaðu tær at skræða seg leysar á máltalvuni.
Tjaldurskvinnurnar formáddu sær millum lítið og einki móti væl skipaðu vestmanna(kvinnu)verjuni, og tá vestmannakvinnurnar fingu væl burtur úr í hinum endanum, gjørdist úrslitið eisini har eftir.
Tað er tó merkisvert, at munurin á máltalvuni skuldi gerast somikið stórur. Aloftast er tað jú soleiðis, at tá annað liðið hevur eina stóra leiðslu, verður slakað móti endanum, soleiðis at hitt liðið fær pyntað eitt sindur um úrslitið.
Hetta hendi tó ongantíð í vestmanna sunnudagin, og tað má sigast vestmannakvinnunum til rós, at tær alla tíðina royndu at halda leikferðini uppi.
Til Klaksvíkar
Hóast tað var væntað framman undan, at VÍF skuldi vinna ein tryggan sigur, so er tað helst styrkjandi fyri sjálvsálitið, at verjuparturin riggaði somikið væl sunnudagin.
Júst verjuparturin verður helst av alstórum týdningi, tá VÍF komandi hósdag skal til Klaksvíkar, har tær í grundspælinum vóru einasta liðið, sum fekk nakað við sær heim aftur. Tó er í løtuni óvist, um hesin dystur verður til nakað, tí VÍF kvinnurnar vilja helst sleppa at flyta dystin enn eina ferð. Frammanundan er dysturin fluttur, orsakað av steypakappingini.
Undir øllum umstøðum skal dysturin leikast, og helst verður hetta ein av teimum dystum, sum fara at hava stóran týdning fyri, um tað meistaraheitið endar í Klaksvík, ella um VÍF, Neistin ella Kyndil veruliga megna at gera álvara av hóttanini móti annars suverenu Klaksvíksgentunum.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
VÍF: Ioana Rápa 12 (6), Jacklin Durhuus 7 (1), Nicolina Joensen 6, Signhild Petersen 3 (1), Fríða Johannesen 2, Angelie Jógvansdóttir 1, Randi Kúrberg 1
Tjaldur: Sonja Gleðisheygg 5, Sunrid Gleðisheygg 2 (2), Mona Langgaard 1 (1), Oddvá Fossdalsá 1
Brotskøst:
VÍF 8, Tjaldur 4
Útvísingar:
VÍF 3, Tjaldur 6
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar Petersen og Kristian Johansen