23. juni er altjóða dagur einkjanna. Í tí sambandi setur Vikuskiftissosialurin í dag sjóneykuna á einkjur og einkjumenn og sorg teirra.
Altjóða dagur einkjanna varð fyrstu ferð hildin í 2005. Endamálið er at varpa ljós á fátækadømi og órættvísi, sum milliónir av einkjum og teirra avvarðandi liva undir í mongun londum. Mett verður, at 245 milliónir einkju eru í heiminum í dag og av teimum liva 115 milliónir í fátækadømi.
Í Vikuskiftis Sosialinum, sum er á gøtunum í morgun, viðgera vit evni. Har kanst tú lesa samrøðu við Ásu Klakkstein Danielsen, sum tríggjar ferðir hevur mist lívskærleika sín. Hon greiðir frá lívssøgu síni, og hvussu hon megnar at liva við stóru sorgini í gerandisdegnum.
Les: Tríggjar ferðir hevur Ása uppliva at mist mannin hon elskar
Eisini hava vit samrøðu við Berg Debes Joensen, prest, sum millum annað sigur, at:
- Vit hava víst mist persónin – men minnini hava vit framvegis, gleðirnar og kærleikan. Hetta minnir meg støðugt á, hvat er tað týdningarmesta í lívinum. Tað er tíðin, vit hava saman, upplivingarnar og samrøðurnar.
Temaið fevnir eisini um samføðu við sálarfrøðing og hugt verður at, hvussu tað ávirkar ein fíggjarliga at knappliga standa einsamallur við allari byrðuni.