Seinasta vikuskiftið hevði Fótbóltssamband Føroya ungdómsvenjaraskeið í Havn, og fullteknað var til skeiðið.
23 fólk vóru á skeiðnum, og øll fingu prógv eftir fýra dagar við neyvari frálæru frá teimum báðum dønunum Knud Aage Nielsen og Max Rasmussen.
Fólkini, sum fingu ungdómsvenjaraprógv hesaferð, vóru:
Jørgen Andreasen og Tórhallur Justinussen úr LÍF, Matthias Davidsen úr NSÍ, Johannus Danielsen og Tórmóð Nesá úr B68, Bogi Lervig úr ÍF, Magnus á Stongum úr EB/Streymi, Sóleyð Joensen úr SÍF, Jákup Bogi Joensen, Bjartur Nolsøe, Nemus Napoleon Djurhuus, Ransin N. Djurhuus, Pætur Clementsen, Bárður Husgaard og Høgni Hansen úr HB, Petur Hans Joensen, Jóan Pauli Jacobsen, Dánjal Jákup Joensen og Manni Høgnesen úr KÍ, Eli Hentze og Martin Kúrberg úr B71, Magni M. Jarnskor og Símun Petur Justinussen úr GÍ.
Tað er útbúgvingarnevndin hjá FSF, sum skipar fyri venjaraskeiðunum. Eftir æltan verða grundskeiðini D og E á skránni síðst í november mánaði.
ek