Leika 23 dystir millum 2. juni og 3. september

Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir í Breiðablik hava havt eina drúgva dystarskrá síðani 2. juni

23 dystir millum 2. juni og 3. september. Av teimum 10 dystir í evropeiskum kappingum. 

 

So drúgv hevur dystarskráin verið hjá Klæmint A. Olsen og liðfeløgunum í Breiðablik.

 

Breiðablik mátti fyrst spæla tveir undanundankappingardystir fyri at vinna seg í fyrsta undanumfarið í Champions League.

 

Tá Breiðablik hevur spælt seinna Play Off dystin móti norðurmakedonska liðnum, Struga hóskvøldið 31. august er talan um dyst nummar 10 í Evropa síðani 27. juni.

 

Klæmint og liðfelagarnir í Breiðablik hava spælt dyst fjórða hvønn dag í tríggjar mánaðir nú. Og teir skulu aftur á vøllin í annaðkvøld klokkan 20.15 at spæla torføran útidyst móti oddaliðnum í Íslandi, Víkingi Reykjavík.

 

Megnar Breiðablik javnleik ella sigur móti Struga á Kópavogsvøllinum komandi hóskvøld vera teir fyrsta íslendska liðið at vinna seg í eitt evropeiskt bólkaspæl. 

 

Í Noreg hevur norska fótbóltssambandið skorið ígjøgnum fyri at hjálpa Molde, ið skal spæla tveir Play Off dystir í Champions League móti Galatasaray úr Turkalandi, Brann Bergen sum skal spæla tveir Play off dystir í Europa Conference League móti niðurlendska liðnum, AZ Alkmaar, og Bodø/Glimt sum skal spæla tveir Play Off dystir í Europa Conference League móti Sepsi úr Rumenia. Í øllum trimum førum er talan um tveir sera týðandi evropeiskar dystir, ið skulu leikast innanfyri sjey dagar.

 

Norska fótbóltssambandið hevur tí tikið avgerð um, at dystirnir hjá Molde, Brann og Bodø/Glimt, sum skuldu spælast í heimligu kappingini komandi vikuskiftið vera allir fluttir til seinni í heyst.

 

Í Føroyum eru dystir eisini fluttir í samband við evropeisku luttøkuna hjá KÍ.

 

Dystirnir sum eru fluttir eru:

 

  • 21. umfar, HB-KÍ, fluttur frá 1. september til 15. september
  • 22. umfar, HB-Víkingur, fluttur frá 17. september til 19. september
  • 23. umfar, B36-HB, fluttur frá 23. september til 25. september
  • 24. umfar, HB-B68, fluttur frá 1. oktober til 30. september

 

Eisini er hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum HB og 07 Vestur á ovara vølli í Gundadali flutt frá 26. september til 4. oktober.