Svimjing
Tríggir svimjarar til World Cup, sekstan til landsdyst ímóti Íslandi, fimm til juniormeistarastevnu í Bergen, fimm til Evropameistarakapping á stuttgeil og sekstan til venjingarlegu í Íslandi til Reykjavík International kappingina.
Hetta var úrslitið, eftir at seinasti møguleikin fyri úttøku vóru til kappingarnar til januar 2010. Nakrir svimjarar ganga aftur til ymisku kappingarnar, og tí samsvara tølini ikki heilt.
Geva sítt ítasta
Hóast sera nógvir svimjarar vóru í svimjihøllini í Klaksvík sunnumorgunin, so sást rættiliga væl, hvør hevði nakað upp á spæl í slavnu høllini.
Tað sást eisini á úrslitunum, at nógv var upp á spæl, tí sera nógvir svimjarar svumu sínar bestu tíðir nakrantíð, sjálvt um teir ikki megnaðu at verða úttiknir til ymisku kappingarnar.
Her kann leggjast afturat, at stemningurin í høllini ikki kann samanberast við eina veruliga kapping, so ongin svimjari varð pressaður av áskoðarunum til nakað úrslit. Tað var bara inni í høvdinum hjá sær sjálvum trýsti á svimjararnar lá, og tí kann roknast við, at flestu svimjararnir svimja skjótari, tá teir koma til veruligu kappingarnar.
Sterk kapping
Vanliga eru tíðirnar hjá ymisku svimjarunum ikki so góð hesa ársins tíð, men árið í ár er øðrvísi, hóast tað ikki er Oyggjaleikaár. Kappingin hevði nevniliga eitt so mikið høgt støði at fleiri svimjarar, sum megnaðu kravtíðirnar ikki sluppu við, tí aðrir svimjarar høvdu betri tíðir. Umframt, at tveir svimjarar kundi sloppið við til onkra kapping, um teir vóru eitt ár eldri, tí úrslitini vóru nóg góð til tað.
Tey ungu væl fyri
Hjá teimum ungu var støðið øgiliga høgt. Summi svumu skjótastu tíð nakrantíð, meðan restin var upp í móti skjótastu tíðunum, hóast tað ikki er Oyggjaleikaár, sum annars er tað, sum vanliga er ein av gularótunum hjá føroyskari svimjing. Og tí kann staðfestast, at tíðirnar hjá teimum yngru eru óvanliga góðar.
Ongin breidd hjá vaksnum
Hjá yngru svimjarunum eru í løtuni heilt nógvir svimjarar, men hjá teimum vaksnu eru næstan bara tey, sum svimja øgiliga skjótt. Har eru næstan ongir svimjarar, sum ikki megna at svimja kravtíðirnar til ymisku kappingarnar.
Ikki eitt einasta heiðursmerki varð handa í svimjihøllini í Klaksvík í kappingini, sum gekk fyri seg frá leygarmorgni til sunnukvøld, tí talan var »bert« ein úttøkukapping.