Tað er eftir áheitan frá Vinnumáaráðnum, at Føroya Banki og Eik Banki saman við øðrum nú hava stovnað hvør sítt íbirtingarfelag.
Endamál og leistur er hin sami hjá báðum bankunum, men meðan Føroya Banki er einsamallur um sítt felag, eru tað Eik Grunnurin, P/F Royndin, TF Holding og P/F SMS, ið standa aftan fyri hitt felagið – sum altso eisini hevur fingið navnið P/F Birting.
Tað er tó greitt, at Føroya Banki hevur skrásett hetta navnið, og tí er lítið sannlíkt, at felagið hjá teimum fýra fyritøkunum eisini kann eita Birting.
Feløgini eru ætlað at stuðla undir í uppstartingarfasuni hjá nýggjum íverksetarafyritøkum, har váðin er størstur. Sokallaðu Valley of Death-fasuni. Bæði íbirtingarfeløgini verða umsitin av nevndum við royndum vinnulívsmonnum, ið skulu meta um feløg og verkætlanir. Dentur verður lagdur á, at talan er um íverksetarafyritøkur við stórum vakstrarútliti.
Í nevndini hjá Birting (Føroya Banki) sita Líggjas í Bø, sum verður stjóri, Súni Schwartz Jacobsen og Bárður Nielsen. Í nevndini hjá hinum samtakinum sita Niels Mortensen, Jens Willumsen og Teitur Samuelsen.
Tørvurin nøktaður
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at málið hjá Vinnumálaráðnum var at fáa váðafúsan kapital upp á einar 25 milliónir krónur til endamálið, og við 10 milliónum í Birting og 13,5 í hinum samtakinum er málið nærum rokkið.
Landsstýrismaðurin metir, at tørvur hevur verið á slíkum íbirtingarfeløgum, sum kunnu hjálpa nýggjum fyritøkum í gongd, og við teimum báðum feløgunum, ið nú eru stovnað, skuldi tan tørvurin verið nøktaður.
Bæði nýstovnaðu feløgini seta sjálvandi ávís krøv til feløg og verkætlanir, sum tey hjálpa í gongd. Eitt nú skal íverksetarin sjálvur seta eina munandi fíggjarliga upphædd í verkætlanina, eins og íbirtingarfeløgini vilja hava ávirkan á leiðsluna beinleiðis ella óbeinleiðis.
Eitt annað krav frá Føroya Banka er, at felagið er føroyskt skrásett, og av tí at váðin hjá einum íbirtingarfelag er nakað størri enn í einum vanligum íløgufelag, er kravið til væntaða avkastið eisini nakað størri.
Súni Schwartz Jacobsen segði á tíðindafundinum mánadagin, at teirra felag er skrásett og klárt at fara til verka, meðan felagið hjá teimum fýra fyritøkunum fer til verka innan stutta tíð.