Nú er mann sum leikari ikki heilt óvanur við at ilskast inn á dómarar undir og kanska eisini eftir dyst, men at tað skal fara so vítt sum í hesum førinum er heilt burturvið. Tað einasta konkreta, nevnt hevur verið um dømingina, er, at VÍF-leikari fekk reytt kort - ein dómur, sum kortini flestu lesarabrøv ikki halda vera skeivan.
Sjálvandi vóru feilir í dømingini í hesum dysti líka sum í øllum øðrum dystum, vit hava verið við til - líkamikið hvørjir dómararnir eru. Men at eitt heilt hondbóltsfelag (t.v.s. nevnd, leikarar og viðhaldsfólk) á henda hátt førir persónliga hetz ímóti Birgir Sondum hoyrir ongastaðni heima, og kann bara skiljast sum ein roynd at finna ?syndabukkin?. Í fleiri av lesarabrøvunum/greinunum verður sagt, at tað ikki var hesin dystur burturav, sum fekk øði í vestmenningar, men dømingin hjá Birgir sum heild. Kanska er tað av tilvild, at innan tvær vikur hava 10-15 bløð umframt út- og sjónvarp umrøtt hetta ...?
Tað, sum í okkara eygum gjørdi hendan dystin rokmiklari enn vanligt, var í størri mun atburðurin hjá áskoðarunum enn dømingin hjá dómarunum. Og tá so nevndin í VÍF sigur seg ikki at hava sæð nakað óregluligt undir og eftir dystin, kunnu vit bert geva teimum eina hjálpandi hond og vísa á, at fløskur (og tað var meira enn ein), sum verða tveittar inn á vøllin, og áskoðarar, sum av leikarum vera hildnir burtur frá dómarum, ikki kunnu sigast at vera regluligir tilburðir.
Annars halda vit tað vera óheppið, at fjølmiðlarnir ikki hava viðgjørt hetta málið nágreiniligari og kannað/greitt frá (t.d. er eingin úr Neistanum spurdur), hvat veruliga fór fram, men hinvegin hava latið fólk í ilsinni tveitt runu hvør at øðrum.
Vit ynskja VÍF og Birgir Sondum alt tað besta framyvir
1. mannslið hjá Neistanum










