Ofta hevur verið talanð um lógarsjusk í Føroyum, men almenna fyrisitingin hevur sett eina skipan í verk, sum hevur til endamáls at forða fyri hesum.
Í 2014 eftirkannaði lógardeildin á løgmansskrivstovuni 229 lógaruppskot frá teimum sjey stjórnarráðunum og einum almennum stovni.
Eftirkanningin er gjørd fyri at tryggja at lógaruppskotini, sum verða send tinginum, eru løgfrøðiðliga í lagi og at tey eru gjørd á ein slíkan hátt, at tey kunnu samanberast.
Ein av trupulleikunum er, at tá ið danskar ella aðrar útlendskar lógir skulu setast í gildi, so ber ikki til at vísa "til eina og hvørja tíð galdandi lóg."
Hetta skal útgreinast og skial tað broytast, so er eisini við lógarbroyting í Føroyum. Lógin í Føroyum kann ikki broytast, bert tí lógin til dømis verður broytt í Danmark.
Tað tekur í minst lagi fymm yrkadagar at fáa lógirnar eftirkannaðar og av teimum 229 eftirkanningunum, eru 77 prosent í 2014 gjørd innan fimm dagar.