Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, setti fyri løtu síðani aliráðstevnuna á Hotel Føroyum, har heili 225 fólk hava boðað frá luttøku. Hetta er fjórða árið á rað, at Havbúnaðarfelagið og Vinnuhúsið skipa fyri einari aliráðstevnu. Og áhugin er alsamt vaksandi.
Fyrsta árið vóru nøkur og 60 fólk til stevnuna, síðani vóru hálvtannað hundrað, í fjør yvir 200 og í ár 225.
Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri, setti stevnuna, sum hevur yvirskriftina, hvussu tryggja vit eina framhaldandi burðardygga føroyska alivinnu.
- Tað eru fleiri faktorar, ið gera seg galdandi, tá umræður at leggja framtíðar ætlanir. Tað, sum eg kann gera, er, aat tryggja góðar og stabilar karmar, segði Jóhan Dahl.
Hann kom eisini inn á samstarvið millum politiska myndugleikan og alivinnuna, sum hann kallaði ógvuliga gott.
- Mín yvirskipaða visjón fyri alivinnuna er, at alivinnan framhaldandi skal vera búskaparliga, umhvørvisliga og lívfrøðliga burðardygg, og at alivinnan ? eisini frameftir ? skal skapa avkast í fríari, altjóða kapping, segði Jóhan Dahl.
Sum nakað nýtt og spennandi nevndi landsstýrismaðurin eisini, at hann hevur heitt á Fiskaaling um at kanna, hvørt tað skuldi verið grundarlag fyri sum frálíður at áa í verk eina burðardygga ropgnaframleiðslu og kynbótaarbeiði aftur í Føroyum.
- Tað eru so nógvir potientiellir møguleikar fyri menning og vøkstri, at eg rokni við, at alivinnan fer at verða uppaftur týdningarmiklari fyri føroyska samfelagið enn hon er í dag, segði Jóhan Dahl í setanarrøðu síni.










