2240 kr. í bót: Tveit ikki sigarettstubban her

Skrivað hevur: Símun úr Konoy

Um so er, at tú ein dagin verður støðgaður av løgregluni við eini sigarett í munnklovanum ímeðan tú koyrir bil, og harumframt hevur børn ella eina barnakonu í bilinum, fært tú 3735 kr. (500 euro) í bót.

 

Roykjandi italiumenn eiga at ansa sær í framtíðini. Herfyri varð ein nýggj roykilóg tikin í nýtslu, sum ber í sær, at tú verður sektaður við bót um so er, at tú festir tær í nærhendis einum skúla, sjúkrahúsi ella einum bili við børnum í.

 

Enn er loyvt at roykja uttandura, men tveitir tú stubban niður á vegin, tá ið tú ert liðugur, verður tú sektaður við eini bót áljóðandi kr. 300 euro (2240 føroyskar krónur).

 

Álagt er tubbaksframleiðararunum at seta myndir av fólki, ið eru vorðin sjúk vegna royking, á sigarettpakkarnar. Millum annað skulu teir vísa myndir av eini kvinna, har blóð rennur úr munninum, tá ið hon hostar. Somuleiðis av einum manni, ið verður pakkaður inn í ein líkposa eftir at hann er deyður vegna ein hjartatilburð.

 

Tað er strangliga bannað at selja tubbaksvørur til ung undir 18 ár. Um ein handilsmaður verður tikin í at gera hetta, kann hann missa handilsloyvið. Harumframt fær hann eina bót áljóðandi 3000 euro - í føroyskum peningi kr. 22.400 krónur.

 

Lógin er úrslitið av eini ES-viðtøku, sum italska lóggávutingið hevur sett í verk. Danmark er álagt at fylgja hesi lóg, men ymsu limalondini hava loyvi til at skipa hana eitt sindur øðrvísi. Tí er ikki vist, at danir velja at fara eins harðliga fram og italiumenn.

Skrivað hevur: Símun úr Konoy

Skrivað hevur: Símun úr Konoy

Skrivað hevur: Símun úr Konoy

Skrivað hevur: Símun úr Konoy

Skrivað hevur: Símun úr Konoy