222 nýggir tilburðir í Noregi

Nú gongur væl betur við smittutølunum í Noregi, og tølini er munandi lægri enn tey vóru fyri bert fáum vikum síðan.

 

 

Seinasta samdøgur vórðu skrásettir 222 nýggir smittutilburðir við covid-19 í Noregi. Tað er 221 færri enn miðaltalið seinastu sjey dagarnar og 333 færri enn miðaltalið í næst síðstu viku.

Seinastu sjey dagarnar hevur Noreg skrásett tilsmans 3.102 nýggjar tilburðir, og hetta gevur eitt miðaltal fyri hvønn dagin á 443. Miðaltalið í næst síðstu viku var 555 tilburðir um dagin.

Vanliga verða færri tilburðir staðfestir um vikuskiftið enn gjøgnum vikuna annars, men tølini í Noregi benda týðiliga á, at smittan sum heild er minkandi í landinum.

Í Noregi hava tey nú gjørt 4,9 miljónir koronu-royndir, harav 110.612 hava verið positivar.

Stívliga 1,1 miljónir fólk hava nú fingið fyrru koppsetingina, og 306.845 hava fingið seinnu. Í gjár lógu 200 fólk á sjúkrahúsum við koronu, og tað er átta fleiri enn dagin fyri.

736 fólk í Noregi eru deyð - av ella við koronu - síðan í mars 2020. 60,3 prosent av teimum deyðu vóru 80 ár og eldri. 16 eru deyð í aldursbólkinum 50 ár og yngri.