2.214 bilar hava skift eigara í ár

Tá Akstovan ger upp, hvussu nógv nýggj akfør verða seld, so er bert talan um nýggj akfør, sum verða innflutt til landið. Fyra teir fyrstu mánaðirnar í ár er tað Volkswagen, sum er mest seldi nýggi bilur – seldir eru 121 nýggir Volkswagen bilar, sum er munandi meira enn næsti kappingarneytin, Toyota, sum hevur selt 98 bilar fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár.

 

Men tað eru nógv fleiri bilar, sum skifta eigara, enn teir nýggju, sum verða innfluttir. Higartil í ár hevur Akstovan skrásett 2.214 eigaraskifti – sum er, tá bilur skiftur eigara.

 

Í mun til sama tíðarskeið í fjør, so er talan um eina afturgongd, tí tá vórðu tað 2.597 akfør, sum skiftu eigara. Men fara vit aftur til sama tíðarskeið í 2016, so vóru tað 1.737 akfør, sum skiftu eigara. Og fara vit eitt ár longur aftur til 2015, so vóru tað 1.409 akfør, sum skiftu eigara.