2203 vilja hava Framsókn at stilla upp

Í gjárkvøldið taldu Hanna Jen­sen og Poul Michelsen und­ir­skrift­ir­nar, sum longu eru send­ar komm­u­num til góðkenningar

– Vit eru glað, tí vit hava fingið sera nógvar undirskriftir. Vit vita væl, at øll, sum skriva undir, ikki fara at atkvøða fyri flokkinum, men vit merkja, at vit hava fingið sera góða móttøku, sigur Poul Michelsen, stigtakari til nýggja flokkin Framsókn.

Í gjárkvøldið taldu Poul Michel­sen og Hanna Jensen, sum hava tikið stig til nýggja flokkin, Framsókn, all­ar und­ir­­skrift­­ir­nar, sum savn­að­ar eru inn til at stovna nýggja flokk­in. Úrslitið var 2203 und­ir­skriftir.

Tær skulu allar sendast til tær kommunurnar, har fólk­ini búgva. Síðani skal fólk­a­yv­ir­litið á staðnum vátta, at fólkini veruliga eru til. Tá tann góðkenningin er kom­in, fær Framsókn und­ir­­skrift­ir­nar aftur og skulu tær so ber­ast út í Tinganes, áðr­enn løgmaður kann geva flokk­i­num formligt loyvi at stilla upp.

– Hesa tíðina, til endaliga góð­kenn­ing­in fyr­i­ligg­ur, fara vit at fyr­i­reika flokk­in. Vit hava nøk­ur fólk afturat okk­um, vit fara at gera stevn­u­skrá o. s. fr. sigur Poul Mich­el­sen.
Eini 200 fólk hava savnað und­ir­skrift­ir­nar kring land­ið. Tey hava fingið fólk úr 22 komm­un­um at skriva und­ir at flokk­urin sleppur at stilla upp, og sambært Poul Mich­el­sen hava tey fingið nógvar posi­tiv­ar aft­ur­meld­ing­ar, so Poul Mich­el­sen og Hanna Jen­sen eru við gott mót.
Veist tú eina søgu, so SMS’a á 285004