220 næmingar í 6. flokki til Skúlafótbólt í Vági

Í dag er fyrsta umfar í Skúlafótbólti í Marghøllini í Vági. Kappingin er fyri fólkaskúlar, miðnáms- og háskúlar

Hetta fyrsta umfarið er fyri næmingar í 6. flokki, og tilsamans 220 næmingar fara at kappast í Marghøllini í Vági. Kappingin hjá 6. flokkunum er skipað í blandaði lið, dreingjalið og gentulið og fara 26 lið at spæla í dag.

Umframt at spæla fótbólt fáa næmingar eisini høvi at svimja í Páls Høll og royna bouldering-klatriveggin í Marghøllini.

Skúlafótbóltur varð fyrstu ferð á skránni farna skúlaár, tá ið fleiri enn 2.400 næmingar vóru til Skúlafótbólt í Vági.

Skúlafótbóltur er stuðlaður av Fótbóltssambandi Føroya og privatum fyritøkum. Alt er skipað í samstarvi við Vágs kommunu sum liður í, at Vágs kommuna er partur av ABC fyri sálarligari heilsu, og telist Skúlafótbóltur millum størstu ABC tiltøkini í Føroyum, siga fyrireikararnir av Skúlafótbólti.