220 milliónir ferðafólk í Havn

– Í Saksun, har tað búgva 9 fólk, koma um 100.000 ferðafólk árliga. Hetta svarar til, at tað vildu verið 220 milliónir ferðafólk árliga í Havnini, um vit samanbera við íbúgvartalið, skrivar Lív Sørensen í lesarabrævi, sum mælir politikarum at taka ábyrgd og kanna avleiðingarnar av ferðavinnuni

– Tað er ongin ivi um, at ferðavinnan eisini hevur nógv jaligt við sær, tó serliga fyri okkum, ið búgva í Havn, har vit hava fingið fleiri matstovur, fleiri caféir og ein meira livandi bý, og tað er sjálvsagt jaligt. Tað er nokk heldur ongin ivi um, at tey flestu taka undir við einari vælskipaðari og burðardyggari ferðavinnu, men trupulleikin í dag er, at ferðavinnan er slept leys uttan stýring ella ordiligt fyrivarni, og tað skapar ótta millum fólk, skrivar Lív Sørensen.

Og hon heldur fram:

– Tað, vit merkja og síggja í dag, er óivað bert toppurin av ísfjallinum. Túsundtals bloggarar kring allan heimin blogga um okkara óspiltu vøkru oyggjar. Vit nýtast tí ikki at brúka 16 mió. kr. hvørt ár til at marknaðarføra Føroyar. Visit Faroe Islands hevur longu gjørt eitt fantastiskt arbeiði – kanska í so gott. Vit hava við marknaðarføringini koyrt eitt kavablak á rull, ið veksur størri og størri; sum ringar í vatni. Vit fáa ikki steðga hesum, men vit kunnu stýra avleiðingunum við lóggávu, soleiðis at vit fáa eina burðardygga ferðavinnu, ið øll kunnu fáa ágóðan av, skrivar Lív Sørensen.

Hon vísir á, at ferðafólkatalið er tvífaldað uppá nøkur fá ár og fer óivað at booma komandi árini, nú kavablakið er farið á rull, og Atlantic Airways møguliga fer at flúgva beinleiðis til New York.

– Hetta sýnist sum ein endurtøka av tí íslendsku søguni, har meginparturin av teimum 488.000 ferðafólkunum í 2010 vóru danir. Eftir at tey opnaðu beinleiðis rutur til USA, vaks ferðafólkatalið til 2,2 milliónir um árið uppá 7 ár, har amerikanarar í dag eru 30% av samlaða ferðafólkatalinum.

Lív Sørensen hevur eina áheitan til politikararnar:

– Góðu tit, ið hava góðkent stóru játtanina til at marknaðarføra Føroyar og halda fram við at játta hesa góðkenning ár eftir ár, takið ábyrgd og gerið okkurt. Gerið eina kanning, ið gjølla kannar, hvørjar avleingarnar eru við ferðavinnuni – bæði tær jaligu og tær neiligu. Brúkið í staðin peningin til at fyrireika og menna Føroyar til komandi ferðavinnuna, so vit kunnu fáa eina burðardygga ferðavinnu og eina óspiltar Føroyar – eisini um 20 ár, skrivar Lív Sørensen í lesarabrævinum.

Alt lesarabrævið hann lesast her.