22 tingmenn á topp 32

Verða persónligu atkvøðutølini roknað út í mun til valdømini, verður Jóannes Eidesgaard greiður toppskorari við eini undirtøku upp á 18,5%. Høgni Hoydal, ið fekk flestar persónligar atkvøður, verður á øðrum plássi við 13,6% í undirtøku

Nú valúrslitið fyriliggur kann verða áhugavert at spæla sær eitt sindur við tølini.

Sjáldan hevur úrslitið so greitt sum hesaferð víst, at okkara valskipan ikki altíð gevur rætta býtið. Hesaferð rakk Fólkaflokkurin einum tingmanni meira enn Javnaðarflokkurin, hóast Javnaðarflokkurin hevði 200 atkvøður fleiri. Hevði tað hepnast Fólkaflokkinum at fingið seks atkvøður afturat í Suðuroynni, hevði flokkurin fingið níggju tingmenn - tveir fleiri enn Javnaðarflokkurin.


Persónliga undirtøkan í prosentum

Vit hava spælt okkum eitt sindur við tølini og roknað út persónligu undirtøkuna hjá teimum 32, ið høvdu størstu undirtøkuna. Tá hava vit roknað út, hvussu stóra undirtøku tey hava í mun til talið á teimum, ið hava valrætt í teimum sjey valdømunum.

Eftir hesum sæst, at Jóannes Eidesgaard er greiður toppskorari. Hann fekk 705 persónligar atkvøður í Suðuroyar valdømi. Í Suðuroyar valdømi hava 3.714 fólk valrætt, og svarar hetta til 11,7% av øllum sum hava valrætt í Føroyum. Undirtøkan hjá Jóannesi Eidesgaard svarar til 18,5%.

Høgni Hoydal fekk við sínum 1562 atkvøðum flestar atkvøður í øllum landinum. Hetta er eisini nýtt met. Gamla metið átti Atli Dam, sum við valið í 1990 fekk 1356 persónligar atkvøður í Suðurstreymoyar valdømi. Undirtøkan hjá Høgna Hoydal svarar til 13,6% av teimum 11.610, sum hava valrætt í Suðurstreymoyar valdømi.


Heini O. Heinesen er væl við í kappingini

Í hølunum á Høgna Hoydal kemur formaður Tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinesen, sum við sínum 514 atkvøðum gjørdist toppskorari í Norðoya valdømi. Hansara undirtøka svarar til 12,6% av teimum 4.073, ið hava atkvøðurætt í Norðoya valdømi.

Løgmansevnið hjá Fólkaflokkinum, Anfinn Kallsberg, fær undirtøku frá 12,5% av norðingunum, ið hava valrætt. Hin fimti í røðini er Jógvan Adolf Johannesen, sum fekk undirtøku frá 12,4% av veljarunum í Sandoyar valdømi, men Javnaðarlistanum í Sandoyar valdømi vantaði tó 11 atkvøður í at fáa mann valdan.

Smærru valdømini

eru væl umboðað

Sum tað sæst á listanum, eru fleiri valevni úr smærru valdømunum umboðað á listanum. Norðstreymoyar valdømi, Vága valdømi og Sandoyar valdømi hava hvør síni tvey umboð á tingi, og hava flokkarnir tí møguleika at stilla upp fýra valevni í hesum valdømum. Hesi valevni hava tískil møguleika at fáa lutfalsliga fleiri atkvøður í part enn eitt nú valevnini í Suðurstreymoyar valdømi, har upp til 11 valevni kunnu vera á hvør sínum lista.

Í teimum smærru valdømunum verður stríðið tí ofta eisini at standa millum tríggjar flokkar. Í Vága valdømi eru tað Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin, ið kappast um teir báðar tingsessirnar. í Norðstreymi eru tað allir teir fýra stóru flokkarnir, meðan stríðið í Sandoynni stendur millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin.


Topp 32 (í prosentum)


Nr. Navnatkvøðutalundirtøka í %

1. Jóannes Eidesgaard (su) 70518,5%

2. Høgni Hoydal (ss)156213,6%

3. Heini O. Heinesen (no)51412,6%

4. Anfinn kallsberg (no)50912,5%

5. Jógvan Adolf Johannesen (sa)13112,4%

6. John Petersen (sa)13012,3%

7. Páll á Reynatúgvu (sa)10710,1%

8. Marjus Dam (vá)19010,0%

9. Jørgen Niclasen (vá)1839,7%

10.Jógvan Durhuus (ns)2329,5%

11.Sámal Petur í Grund (ey)5347,8%

12.Sune Jacobsen (vá)1457,7%

13.Jákup Birgir Mohr (sa)777,3%

14. Hans Marius Joensen (sa)726,8%

15. Rasmus Niclasen (vá)1286,8%

16. Elis Poulsen (sa)636,0%

17. Eyðun M. Viderø (sa)645,7%

18. Rólant Vidtfelt (sa)615,7%

19.Vilhelm Johannesen (no)2666,5%

20.Henrik Old (su) 2366,2%

21.Kristian Magnussen (ss)7056,1%

22.Jákup Suni Joensen (ns)1445,9%

23.Lisbeth Petersen (ss)6415,5%

24. Alfred Olsen (ey)3885,7%

25.Bárður Nielsen (ns)1405,7%

26. Jógvan á Lakjuni (ey)3825,6%

27.Hans Pauli Strøm (ns)1355,5%

28. Óli Breckmann (ss)6325,4%

29.Jógvan við Keldu (no)2205,4%

30.Hergeir Nielsen (su)2025,3%

31.Terji Davidsen (ns)1305,3%

32.Niklái Petersen (ns)1305,3%


Í talvuni omanfyri eru persónligu atkvøðutølini í prosentum roknað út í mun til talið av teimum, ið hava valrætt í ymsu valdømunum. Stavirnir í klombrum eru styttingar fyri valdømini.