Ein tilburður varð staðfestur dagin eftir komu til Føroya, og 12 tilburðir staðfestir við komu til Føroyar við skipi. Restin eru smittað í Føroyum, 6 tilburðir eru partar av kendum smittukeldum, og í 3 førum er smittukeldan ikki kend.
1570 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 123 smittað í Føroyum.
Í september vórðu íalt 187 tilburðir staðfestir, av hesum:
- 160 smittað av kendum smittukeldum (86%)
- 17 smittað av ókendum smittukeldum (9%)
- 10 smittað eftir komu til Føroya (5%)