22 ár síðani Hillsborough sorgarleikin

Hillsborough vanlukkan kravdi 96 mannalív og hevur havt stóra ávirkan á fótbólt síðani. Í Liverpool kempa tey enn fyri rættvísi. 15. apríl 1989 stendur fastur í minninum hjá flestu fótbóltsáhugaðum. Ein FA Cup hálvfinala millum Liverpool og Nottingham Forest á Hillsborough leikvøllinum í Sheffield endar við sorgarleiki, tá 96 fólk lata lív av trýstinum frá áskoðarafjøldini.

 

Dysturin var avblástur eftir seks minuttir, tá áskoðarar á Lepping Lane koma á vøllin og greiða frá, at fólk eru kroyst til deyðis. Tað tekur løgregluni langa tíð áðrenn hon góðtekur, at talan ikki er um ófrið ella ófriðakroppar, ið gera um seg.

 

Løgreglan hevur ongantíð átikið sær ábyrgdina av vanlukkuni og enn tann dag í dag kempa Liverpool viðhaldsfólk fyri rættvísi. Lord Justice Taylor varð settur at gera eina kanning av vanlukkuni og eitt gott ár senni kom so tann kenda Taylor-frágreiðingin, ið hevur verið við til at skipað trygdina á leikvøllum síðani. Frágreiðingin vísti eisini á, at løgreglan gjørdi fleiri feilir í samband við vanlukkuna.

 

Nakrar dagar eftir vanlukkuna skrivaði enska blaðið ?The Sun? eina grein við yvirskriftini; ?Sannleikin?. Her vildi blaðið verða við, at Liverpool viðhaldsfólk stjólu frá teimum deyðu, pissaðu og gjørdi seg inn á løgregluna. Enn eru ongi prógv fyri at so var og enn tann dag í dag er ?The Sun? eitt ókvæmis orð á Merseyside. Blaðið royndi seg við eini umbering í 2004, men lítið hjálpur, sølan av blaðnum í økinum er at kalla einki.

 

Hvørt ár skipar Liverpool fyri minningarhaldi fyri tey 96, sum lótu lív. Soleiðis verður eisini í dag og klokkan 15.06 verður tøgn í ein minutt í Liverpool til minis um tey, ið lótu lív í Hillsborough vanlukkuni.

 

Rói Joensen, skrivari á føroysku Liverpool fjeppara heimasíðuni, skrivaði í 2009, í samband við at tað vóru tjúgu ár síðani Hillsborough, eina grein um hendingina.

 

Hon kann lesast

HER > BBC gjørdi í samband við tjúgu ára minningarhaldið eina sending um vanlukkuna. Hon er at finna á Youtube og er í sjey pørtum: <a href= http://www.youtube.com/watch?v=GtRs-3jQmf8&feature=related> 1. PARTUR> <a href= http://www.youtube.com/watch?v=E4NvFIDcdEM&feature=related> 2. PARTUR> <a href= http://www.youtube.com/watch?v=YXDeiDiA3R0&feature=related> 3. PARTUR> <a href= http://www.youtube.com/watch?v=XEmWY5CyL5Q&feature=related> 4. PARTUR> <a href= http://www.youtube.com/watch?v=dE6omI9ki3o&feature=related> 5. PARTUR> <a href= http://www.youtube.com/watch?v=N_YylJznzhA&feature=related> 6. PARTUR> <a href= http://www.youtube.com/watch?v=RVBl4Ww_m7E&feature=related> 7. PARTUR> Sjónvarpsrásin hjá Liverpool, LFCTV, hevði somuleiðis eisini eina sending í samband við tjúgu ár vóru síðani Hillsborough sorgarleikin. Hon er í seks pøtur á Youtube: <a href= http://www.youtube.com/watch?v=WN1P6FYoJ40&feature=related> 1. PARTUR> <a href= http://www.youtube.com/watch?v=poONAiKcpjs&feature=related> 2. PARTUR> <a href= http://www.youtube.com/watch?v=HNIPcU2hLJs&feature=related> 3. PARTUR> <a href= http://www.youtube.com/watch?v=TzTK5wefhlo&feature=related> 4. PARTUR> <a href= http://www.youtube.com/watch?v=ftJ8nwEQgxs&feature=related> 5. PARTUR> <a href= http://www.youtube.com/watch?v=-ysm3MO--ko&feature=related> 6. PARTUR>