22 persónlig met

Oyggjaleikaskjúttarnir royndu seg leygardagin í stuðulskapping á Tórsvølli

Bogaskjóting

Bogaskjótideildin skipaði leygardagin fyri stuðulsskjótikapping á Tórsvølli í Havn, har bogaskjúttarnir, sum manna Oyggjaleikaliðini skuldu royna seg í einum FITA-umfari fyri at savna inn pening til leikirnar á Guernsey um eina viku.
Undan kappingini hava skjúttarnir verið hjá fyritøkum og øðrum stuðlum, og samlaði úrslitið var gott ? bæði fíggjarliga og í skjótingini.
Ikki færri enn 22 persónlig met blivu sett, og eitt úrlit var tangering av persónligum meti.
Úrslitið í recurve var, at Rógvi Mohr vann við (243P+262P+264+319P) 1088P stigum, nr. 2 var Rói Johannesen við (210+255+271P+313) 1049 stigum og nr. 3 var Hans Jørn Nielsen við (248P+238+233+308) 1027 stigum.
Unga Annika Vang var nr. 6 í kappingini við 4 persónligum metum (198P+230P+198P+249) 875P stigum.
Hjálparvenjarin luttók eisini og setti hann persónligt met á 90 metrum við 226 stigum.
Úrslitið í compound var, at Schandorff Vang vann við (306+326+327+353P) 1312 stigum, nr. 2 Jóannes Poulsen við (313P+323P+306+341) 1283P stigum og nr. 3 var Per Holm Andersen við (291+321+325+339) 1276 stigum.
Anders Jønnson, sum eisini er á OyL-liðnum setti persónligt met á 90 metrum við 279 stigum og tangeraði sítt met á 70 metrum við 308 stigum.
Hægsta stigatal í hvørjum umfari er 360 stig.

ÍSB-skjútti góð úrslit
Martin Karl Olsen, Tambar, er ein av okkara nýggju skjúttum, sum hevur gjørt sera stór framstig í vetur og gongur javnt framá. Hann skal luttaka til HM fyri rørslutarnaði í Madrid í septembur og hevur tí verið við í venjingum og kappingum saman við OyL-skjúttunum.
Síðan fyrstu kapping í apríl mánað hevur hann betra um úrslit síni við meiri enn 100 stigum og setti hann leygardagin 5 persónlig met - á øllum frástøðum og samanlagt ? við (289P+317P+297P+335P) 1238P stigum.
Bogaskjótideildin takkar øllum stuðlum.