Meira læraratíð skal vera til hvønn einstakan næming, og samtykt er at minka næmingatalið til 22 næmingar í hvørjum flokki, og henda broyting verður galdandi frá skúlaárinum 2025–2026, tá ið byrjað verður við 1. flokki, og síðani sett endaliga í gildi eftir nýggju árum. Arbeitt verður víðari við at fremja aðrar broytingar til tess at styrkja Fólkaskúlan.
Fyrireikað verður nú at minka undirvísingartímatalið, at endurskoða tíma- og lærugreinabýtið, samstundis sum tvílæraraskipanin verður styrkt, umframt at meira tíð verður til flokslæraran. Málið er at fáa ein skúla á høgum fakligum stigi, har næmingarnir trívast, mentast og læra. Leisturin at skipa royndar- og menningarvirksemi í fólkaskúlanum er broyttur soleiðis, at tað frameftir eisini verða drúgvari royndarverkætlanir, har førleikamenning, gransking og eftirmeting verða partur av virkseminum.
Komandi ár verða drúgvari royndarverkætlanir royndar í samlæring/co-teaching og í støddfrøði í verki. Har- umframt er áhugaverd royndarverkætlan í gongd í skúlanum á Fløtum við styttum skúladegi og við tillagingum í tíma- og lærugreinabýtinum. Námsvísindadeildin fylgir hesi verkætlan.