Í Miðvági verður bygt so nógv sum ongantíð áður. Í løtuni standa 22 nýggj hús í gerð í Miðvági, tá eru nýliga útgrivin grundøkir tald við. Síðani Vágatunnilin gjørdist veruleiki, hevur verið nógv bygt í Vágum, mest tykist at verða bygt í Miðvági, og har heldur nógva sethúsabyggingin fram.
Tey flestu húsini standa í gerð í Kirkjabø, har kommunan júst hevur gjørt tveir nýggjar vegir.
Grundøkini í Kirkjabø eru sera góð, har er útsýnið gott yvir allan Miðvág, har sæst allur Vágafjørður, Koltur og sunnasti partur av Streymoy.
Tað standa eisini fleiri hús í gerð Norði á Heiðum, sum er nýggjasti býlingurin í Miðvági, tað verða eisini sethús bygd aðrastaðni í bygdini.
Tá vit tosaðu við borgmeistaran Jóhannes Klein,í kvøld, fegnaðist hann um alla byggingina. Hann segði okkum, at í næstum verður eisini farið undir at byggja nýggja barnagarðin.