FCK telist ikki millum mongu donsku fótbóltsfeløgini, sum hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman.
Seinnu árini er felagið vorðið alsamt sterkari fíggjarliga, og hendan gongdin tykist at halda fram.
Í gjár kundi Flemming Østergaard, stjóri í FCK, leggja fram ársroknskapinum hjá felagnum fyri farna roknskaparárið, og úrslitið gjørdist heili 22 milliónir rætta vegin.
Umframt yvirskotið, hevur felagið eisini økt um partapeningin í árinum, soleiðis at samlaði eginpeningurin er øktur 100 mió.kr, og nú er heilar 300 mió.kr.