22 miljónir til skúlar

Í skúlapakkanum hjá Eysturkommunu verða umleið 11 miljónir krónur lagdar við Gøtugjógv ? og aðrar 11 miljónir í Leirvík Í løtuni verður barnaskúlin við Gøtugjógv útbygdur, samstundis sum gamli parturin av skúlanum verður umbygdur og settur í stand.

Nýggi parturin snýr seg í fyrsta lagi um tvær stórar skúlastovur, sum við flytiveggi kunnu gerast til fýra stovur.

Tá skúlin við Gøtugjógv stendur liðugt út-og umbygdur til skúlaársbyrjan seinni í august, hevur skúlin eisini mobila teldustovu, ljóðanlegg til tónleikastovur og nýggja seymistovu.

Tað er Sp/f Oscar Poulsen, sum hevur gjørt jørð-og lendisarbeiði og byggifyritøkan Smíðlist, sum ger timbur- og snikkaraarbeiði.

Aðrir størri arbeiðstakarar, sum eru við í hesi verkætlan, eru eitt nú El-Teknik, sum ger el-arbeiði og RenoVent, sum ger HVS-arbeiði.

Í skúlanum við Gøtugjógv ganga næmingar í 4.flokki til og við 7. flokk, meðan næmingar, sum ganga í 1. flokki og til og við 3. flokk, ganga í Leirvíkar skúla.

Tá um-og útbyggingin við Gøtugjógv er liðug, er næsta stigið hjá Eysturkommunu at út-og umbyggja barnaskúlan í Leirvík, og her verður serligur dentur lagdur á at geva ?Skúlaspíranum?, sum er forskúlin, ið byrjar í Leirvík eftir summarfrítíðina, bestu umstøður.