22 leikarar úr 18 londum

Danskir miðlar skriva í morgun um eitt nýtt met í Champions League. Teir endurgeva Infostrada Sports fyri at siga, at ongantíð áður hava so nógvir ymiskir tjóðskapir verið umboðaðir á sama fótbóltsvølli.

Teir 22 leikararnir, sum byrjaðu dystin í gjár, komu frá 18 ymiskum londum.

Hugvekjandi er tað, at hóast dysturin var millum eitt italskt lið og eitt enskt lið, so var best umboðaða landið Brasil. Inter hevði nevniliga heilir tríggjar brasilumenn á vøllinum frá dystarbyrjan, men bara ein italiumann.

Manchester United var nakað frægari, tá tað kom til at nýta leikarar úr sínum egna landi. Teir báðir onglendingarnir Michael Carrick og Rio Ferdinand byrjaðu inni, og í seinna hálvleiki kom eisini Wayne Rooney á vøllin, so tá vóru heili tríggir onglendingar á vøllinum.

 

Tey 26 leikararnir, sum komu úr teimum 18 ymsu londunum, vóru hesir:

 

Brasil: Adriano, Júlio César, Maicon

Argentina: Esteban Cambiasso, Javier Zanetti, Julio Cruz

Ongland: Michael Carrick, Rio Ferdinand, Wayne Rooney

Bulgaria: Dimitar Berbatov

Kolumbia: Nelson Rivas, Ivan Córdoba

Frankaríki: Patrice Evra

Gana: Sulley Muntari

Holland: Edwin van der Sar

Írland: John O´Shea

Italia: Davide Santon, Mario Balotelli

Norðurírland: Jonny Evans

Portugal: Cristiano Ronaldo

Rumenia: Cristian Chivu

Serbia: Dejan Stankovic

Skotland: Darren Fletcher

Suðurkorea: Ji-Sung Park

Svøríki: Zlatan Ibrahimovic

Wales: Ryan Giggs