Talan er um mong ymisk sløg av legum ? bæði fyri ung, eldri, familjur, hjún og einlig. Umframt hetta verður eisini ein serstøk stevna fyri menn og ein fyri kvinnur á skránni í summarhálvuni.
Tær fyrstu legurnar byrja í apríl mánaði, tá ein lega sum er ætlað teimum brekaðu er á skránni. Henda byrjar 21. apríl og endar 24. apríl.
Síðani verður hildið á við íalt 22 legum fram til oktober mánað, tá heystlegan fyri tey 14 til 17 ára gomlu verður á skránni.
Ein fullfíggjað ætlan fyri allar legurnar varð kunngjørd í farnu viku. Sagt verður, at ein seinni fer at boða frá, nær tekningin til hesar legurnar skal gerast.
Hvørt einasta ár plaga í túsundatali av fólkum at leita sær á Zarepta, ið liggur í sera náttúruvøkrum umhvørvi.