22. juli-nevnd hartar løgregluna

Mánadagin fer tann sokallaða 22. juli-nevndin at leggja fram eina frágreiðing um tað, sum hendi í Noregi tann 22. juli í fjør, og hvussu myndugleikarnir handfóru tilburðin.

Men hóast frágreiðingin ikki er almenn enn, hava fjølmiðlarnir fingið fatur á einum parti av innihaldinum, og sambært tíðindastovuni NTB hartar nevndin framferðina hjá løgregluni.

Eitt nú fýlist nevndin á, at løgreglan ikki gav boð um at lata allar vegir úr Oslo aftur aftan á bumbuspreingingina við stjórnarbygningarnar, og nevndin fýlist eisini á, at løgreglan var ov illa mannað, og at fleiri av løgreglumonnunum høvdu ikki tær neyðugu royndirnar til at taka neyðugar avgerðir. Sambært blaðnum VG fýlist kanningarnevndin eisini á, at teir fyrstu løgreglumenninir, sum komu til ferjuleguna, ikki fóru út til Utøya beinanvegin.

22. juli-nevndin fer at handa stjórnini sína frágreiðing á middegi mánadagin, og síðani heldur nevndin tíðindafund. Tað er stjórnin, sum hevur biðið um frágreiðingina.