Føroyingarnir, sum í dag leita sær út á Femøren til MíttLand, kunnu vænta sær sól og summar.
Yr.no sigur í dag, at veðrið í Keypmannahavn er tað av tí allar besta, tí hitastigini eru um tey 22, meðan so at siga eingin vindur verður í dag.
Festivalurin MíttLand er á skránni í Keypmannahavn aftur í dag. Í gjár var avbera gott veður, og soleiðis verður eisini í dag.
Á skránni í dag eru millum annað Hallur Joensen, Annika Hoydal, Anfinn & Co og fleiri onnur.