Í dag er nógv landing á Toftum, og Landingarmiðstøðin við Toftagjógv hevur eini 22 fólk í arbeiði við landing, skiljing og øðrum í hesum sambandi.
Niclas Davidsen, landingarformaður, sigur, at Beinisvørð er inni við umleið 80.000 pundum, meginparturin svartkalvi, og línuskipið Vesturhavið hevur umleið 75.000 pund, meginparturin brosma og longa.
- Vit landa eisini línuskipið Volunteer í dag, sum hevur umleið 30.000 pund - og garnaskipið Oknina, sum hevur stívliga 40.000 pund av svartkalva.
Niclas Davidsen sigur, at tey hava nógv um at vera á Landingarmiðstøðini við Toftagjógv í dag, og væntandi verður onkur landing aftrat seinni í hesi vikuni.









