22 brotsspørk skuldu til

Tað tók sína tíð, áðrenn Schalke 04 megnaði at basa Bayer Leverkusen í fjórðingsfinaluni í týsku ligasteypakappingini. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1, og tað gjørdi tað eisini, tá longda leiktíðin var farin. Tí gjørdist neyðugt við brotsspørkum, og her máttu bæði liðini skjóta 11 feðir hvør, áðrenn ein vinnari varð funnin. Syndarin gjørdist Marko Babic, sum kiksaði sítt spark, og soleiðis sendi Schalke í hálvfinaluna, har teir skulu spæla móti Bayern München.