218 fólk verið á skeiði seinastu mánaðirnar

- Vit eru altíð til reiðar at veita skeið fyri áhugaðum í eldsløkking, sigur átaksleiðarin, Anfinn H. Leo.

Í februar í fjør fekk sløkkiliðið góðar umstøður at virka í, tá flutt varð inn í høllina á Langabakka.

- Vanliga knýta vit Tvøroyrar Sløkkilið, ið eisini fevnir um Hvalbiar kommunu og Fámjins kommunu,  til minni hugaligar hendingar, sum eitt nú eld, stormskaðar og so framvegis. Men, Tvøroyrar Sløkkilið hevur tó eisini aðrar uppgávur.

 

Í Tvøroyrar kommunu vísa tey í dag á, at aðrar uppgávur hjá sløkkiliðnum eitt nú eru at skipa fyri skeiðum í grundleggjandi vitan um eldsløkking, og Anfinn H. Leo, átaksleiðari, sigur, at skipað hevur verið fyri skeiðum í skjótt 20 ár.

 

- Áður varð antin farið út til viðskiftafólkini at hava skeið, ella varð skúlin brúktur. Í februar í 2021 fekk sløkkiliðið nýggjar og góðar umstøður at virka í, tá flutt varð inn í høllina á Langabakka, har Magn áður helt til.

 

- Her eru framúr góðar umstøður til sløkkiliðið at virka í, sigur átaksleiðarin.

 

Anfinn H. Leo sigur, at hesa tíðina, síðan nýggju hølini vórðu tikin í brúk, hava teir havt úr at gera við at hava skeið fyri stovnum og skúlum. Í skeiðshølunum hava teir alt tað, ið neyðugt er, og 12 fólk kunnu vera í hølunum í senn.

 

- Hesi sleppa at royna alt hugsandi, so sum pulvursløkkjara, skúmsløkkjara, Co2-sløkkjara, og eisini hava vit eina bingju, har til ber at lata royk inn í, soleiðis at fólk kunnu royna, hvussu tað er í einum roykfyltum høli.

 

Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu verður greitt frá, at hesar seinastu mánaðirnar hava 218 fólk verið á skeið hjá Tvøroyrar Sløkkiliði, og átaksleiðarin sigur, at afturmeldingarnar hava verið sera góðar.

 

- Fólki dáma væl at sleppa at royna ymiskt ting og ikki einans sita og fáa teoretiska undirvísing, sigur Anfinn H. Leo, sum leggur aftrat, at í Tvøroyrar Sløkkiði eru teir altíð klárir at veita skeið til áhugaði, bæði nær og fjar.

 

- Til ber altíð at ringja til átaksleiðaran á 272112 og fáa eitt prát um hetta, verður lagt aftrat.

 

##med2##

 

Í februar í fjør fekk sløkkiliðið góðar umstøður at virka í, tá flutt varð inn í høllina á Langabakka.

- Her eru framúr góðar umstøður til sløkkiliðið at virka í, sigur átaksleiðarin.