217 grágæs skotnar í 2016

Hósdagin fer uppskot til 1. viðgerðar í tinginum, sum skal geva bóndum trý ára longri loyvi at skjóta grágæs. 

Endamálið við uppskotinum er at varðveita heimildina at lata loyvi at skjóta grágæs í trý ár afturat, tí sum nú er fer lógin úr gildi á nýggjárinum í ár.

Hetta verður gjørt við at broyta úrgildissetingina í løgtingslóg nr. 48 frá 15. mai 2014 um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m., so lógin í staðin fyri at fara úr gildi 1. juni 2017 fer úr gildi aftur tann 1. juni 2020.

 

 

 

 

Fuglaveiðilógin varð broytt í 2014 fyri at avmarka fíggjarligu avleiðingarnar fyri bøndur, sum standast av, at grágás legst á velt lendi. Tá fekst heimild til at lata loyvi at skjóta grágæs, sum hava sett seg á velt lendi, og soleiðis fyribyrgja skaða á slóttubø og velt lendi hjá bóndum. Hetta er framvegis ein trupulleiki hjá bóndum, og við hesum uppskoti verður heimildin longd í trý ár til 1. juni 2020. 

 

 

Landsstýrismaðurin hevur lagt umsitingina av loyvum til at skjóta grágás, sum setur seg og ger skaða á velt lendi, til Búnaðarstovuna at umsita.

Tíðarskeiðið frá 2014 til 2016 hava 31 søkt um loyvi at skjóta grágás. 3 loyvi eru ikki latin, tí treytirnar ikki vóru loknar, og eitt loyvi er burturdottið. Sostatt eru 27 galdandi loyvi.

Loyvishavari skal boða frá, hvussu nógvar gæs eru skotnar. Hesar fráboðanir eru skrásettar hjá Búnaðarstovuni: Í 2014: 47 gæs, í 2015: 266 gæs og í 2016: 217 gæs.

 

 

 

 

- Umsøkjarar hava víst á, at slóttulendið verður illa bitið og traðkað niður av gásini, umframt at gásin dálkar sera illa. Av tí sama fæst nógv minni grøði av lendinum. Størsti trupulleikin er um várið, tá gróðurin byrjar, og so um heystið; bæði eftirgróður, men eisini annar slóttur, hjá teimum, sum sláa tvær ferðir, verður heilt oyðilagdur av gæsnum. Eisini tey, sum velta røtur og epli, hava stórar trupulleikar, um ta tíðina, tá tað er klárt at taka upp. Gæsnar bíta í øll eplini ella røturnar, so tað ikki er søluvøra, skrivar Høgni Hoydal, landsstýrismaðurin í lógaruppskotinum. 

 

 

 

Ásett varð í lógarbroytingini í 2014, at landsstýrismaðurin skal stíla fyri, at kanningar og vísindaligar teljingar av grágæs verða framdar. Hesar kanningar eru ikki enn settar í verk. 

 

 

 

Uppskotið verður mett at hava umhvørvisligar avleiðingar. Velt lendi kann vera fyri dálking, um patrónir og høgl spjaðast uttan at verða tikin upp. Vandi er eisini fyri, at grágásastovnurin kann vera fyri stórari minking, um nógvar grágæs verða dripnar á hvørjum ári.