Eyðfinn, sum starvast sum lívfrøðingur, er sjálvur íðin haruskjútti, og hann sigur, at hann við hesum mest sum sameinir arbeiði og frítíðarítriv.
Hagtalsgrundarlagið kann ikki metast sum heilt vísindaligt, nú talan er um sjálvbodnan facebook-bólk, har skjúttar kunnu boða frá veiðuni, men sjálvur sigur Eyðfinn, at hann gjørdist bilsin, tá hann í fjør kom eftir, at væl omanfyri 5.000 harur vórðu skotnar her á landi.
Nú tvær vikur eru farnar av hartíðini í vetur siga hagtølini, at 2.152 harur eru skotnar higartil í ár, og ivaleyst leggjast nógvar afturat komandi seks vikurnar.
Rás2 tosaði við Eyðfinn Magnussen fyrr í dag, og við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist tað, sum hann tá segði um skrásetingar sínar.










