Nýggja skipanin við 10. flokkunum í Havn - Nám X - hevur virkað í eitt gott ár. Semja er um, at tað var rætt at savna allar hesar flokkar á einum og sama staði á Eysturskúlanum.
Ein av lærarunum í Nám X er Ingi á Smið undirvísir á tilverubreytini, íverksetarabreytini og Betri lesing á Nám X. Hann hevur verið við heilt frá byrjan.
- Nám X er spildurnýtt, og vit eru enn á grulvistøði. Flestu lærararnir, sum høvdu Nám X í fjør, eru teir somu í ár, men onkur nýggjur lærari er komin í hópin, tí vit hava fleiri næmingar í ár enn í fjør, sigur Ingi við Skúlablaðið.
Hann vísir á, at tað í fjør vóru 180 næmingar, meðan talið í ár er komið upp á 215. Teir flestu lærararnir í Nám X hava ikki tímar í øðrum flokkum.
Fyrimunurin við at savna allar 10. flokkarnar undir einum, er, at næmingarnir hava eitt nógv størri úrval av lærugreinum, sum teir kunnu velja millum.
- Vit kunnu bjóða teimum 16 ymiskar breytir, og tey seta so sína egnu tímatalvu saman. Tey skulu hava tvær breytir, ið eru 10 tímar hvør, og hinir 6-8 tímarnir verða settir saman av vanligu lærugreinunum, eitt nú føroyskum og støddfrøði.
Næmingarnir fáa eisini eitt nógv betri tilboð við at arbeiða á henda hátt.
- Og so sleppa tey at velja tær lærugreinirnar, sum tey eru áhugað í og fáa sostatt tíð at fordjúpa seg í sítt øki. Tey sleppa at vera kreativ og royna seg á ein annan hátt enn frammanundan. Í ár hevur náttúrubreytin til dømis verið á drunnhvítatúri í Nólsoy. Og tað kunnu tey, tí tey ikki eru tengd at pensumi, vísir Ingi á Smið á.
Og hann slær at enda fast:
- Tað krevur sera nógva fyrireiking at arbeiða á henda hátt. Alt skúlaárið má leggjast til rættis frammanundan. Vit hava langt síðani sett ymsu tiltøkini í álmanakkan. Eg haldi, at tað er tað einasta rætta at savna 10. flokkarnar á einum stað. Men tað er ikki neyðugt, at tað er í Eysturskúlanum. Fyri tað kundi tað verið onkra aðra staðni. Men tað er týdningarmikið, at tey ungu fáa hetta tilboðið og sleppa at royna seg.









