Grønlendingar fara í dag at atkvøða á valinum til landstingið, Inatsisartut.
Tað eru í mesta lagi fýra ár millum valið til Inatsisartut, og í ár eru seks flokkar á vali.
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, útskrivaði val fyrst í februar at verða hildið í dag 11. mars.
Her er eitt yvirlit yvir grønlendsku valskipanina:
* Grønland skal velja 31 limir í landstingið, Inatsisartut.
* 213 fólk stilla upp.
* Í flokkunum eru valevnini uppstilla á jøvnum føti. Tað merkir, at umboðini hjá flokkunum verða býtt eftir, hvussu nógvar persónligar atkvøður tey einstøku valevnini fáa.
* Tá ið tinglimirnir eru funnir, skal eitt nýtt landsstýri, sum er grønlendska stjórnin, skipast og ráðharrar setast.
* Í minsta lagi 16 sessir krevjast fyri at fáa meiriluta á tingi.
* Fimm flokkar eru umboðaðir í Inatsisartut undan valinum. Talan er um sosialistiska flokkin Inuit Ataqatigiit (IA), javnaðarflokkin Siumut, miðflokkin Naleraq, sosialliberala flokkin Demokratar og konservativa-liberala flokkin Atassut.
* Núverandi stjórn er mannað við IA og Siumut.
* Tað er einki formligt mark fyri vali til grønlendska landstingið, men fyri at fáa umboð skalt tú hava umleið trý prosent av samlaðu atkvøðunum.
* Í 2025 eru 40.482 veljarar.
* Fyri at atkvøða á vali til grønlendska fólkatingið skalt tú vera danskur ríkisborgari, vera fyltur 18 ár ella eldri, og hava havt fastan bústað í Grønlandi í minsta lagi 6 mánaðir undan valinum.
* Tað búðu 56.700 fólk í Grønlandi í 2024.
Kelda: KNR, Ritzau, DR.
/Ritzau/











