211 lík í 65 hópgravum

Ríkisadvokaturin í Kolumbia heldur, at flestu offrini eru lokalir bøndir, sum eru dripnir bæði av høgra-og vinstravendum bólkum í landinum Kolumbiansku myndugleikarnir hava seinastu dagarnar funnið 65 ymiskar hópgravir og 211 lík. Hildið verður, at fólkini eru dripin í drúgva stríðnum, sum hevur herjað í Kolumbia.

Hópgravirnar eru funnar tætt við býin La Hormiga í Putumayo, sum liggur nær markinum til Ekvador.

Tað eru sonevndu AUC (Sameindi sjálvverjuherurin í Kolumbia), sum hevur stórt vald í økinum. Økið er kent fyri at dyrka kokabløð, sum er ráevni til framleiðslu av kokaini, og hildið verður, at teir, sum dyrka hesi, eru stuðlaðir av AUC.

Í Kolumbia halda tey, at tað er hesin sera høgravendi bólkurin, sum stendur aftanfyri hópdrápini.

Stríðið er millum stjórnarherin, AUC og vinstravendar uppreistrarbólkar í Kolumbia, og ST heldur, at eini 10.000 fólk soleiðis liggja grivin ymsastaðni í landinum sum úrslit av hesum stríði.

Ríkisadvokaturin í landinum, Mario Iguran, heldur, at flestu offrini eru lokalir bøndir, sum eru dripnir bæði av høgra-og vinstravendum bólkum í landinum.

Báðir partar verða lagdir undir at drepa, tá so er, at teir halda, at fólk stuða øvuta partinum.

Vegna vantandi játtan, kunnu ganga ár, áðrenn hópgravirnar veruliga verða kannaðar, og neyva talið av dripnum soleiðis kemur fyri ein dag.