Í minsta lagi 21.000 Wagner-leiguhermenn hava latið lív í Ukraina.
Tað sigur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj.
Sambært forsetanum, sum CNN endurgevur, hava Wagner-herliðini verið fyri stórum tapum.
- Tað er serliga í eystara parti av Ukraina, har Wagner hevur hevur havt sítt besta fólk, at mannfallið hevur verið stórt.
Tað var á einum tíðindafundi í gjár, at ukrainski forsetin kom við hesi útsøgn um falnar Wagner-leiguhermenn.
Í gjár hevði ukrainski forsetin vitjan av spanska forsetanum, Pedro Sánchez.
Tað var á einum tíðindafundi í samband við vitjanina, at Volodymyr Zelenskyj nevndi stóra mannfallið hjá Wagner-herliðunum.
Tíðindastovan NTB, sum endurgevur CNN, sigur, at tølini, sum ukrainski forsetin bar fram, ikki eru váttað av óheftum keldum.