2.100 fólk horvin í skriðulopi

Bjargingarlið hava alla nátt leitað eftir fólki, sum endaðu undir einum stórum skriðulopi í Badakklustan-landspartinum í Afghaistan.

ST sigur, at higartil eru 350 fólk funnin deyð, og st meiri enn 2.000 eru ikki komin afturíaftur eftir skriðulopið, sum leyp oman yvir bygdina Hobo Barik. Umleið 1.000 hús eru í bygdini, og 300 teirra endaðu undir skriðuni.

 

-Hetta er ræðuligt. Tað eru nógv børn, nógvar kvinur og nógv eldri fólk millum tey deyðu, men nøkur av teimum yngru megnðu at sleppa til rýmingar, sigur Terje Watterdal hjá norsku Afghanistan-nevndini við norska kringvarpið.

 

Hann sigur, at bjargingararbeiðið er sera trupult, og harafturat er vandi fyri nýggjum skriðulopum. Bjargingarliðini hava lítla útgerð, og tað eru bara nøkur fá sjúkrahús til at taka sær av fólki, sum hava fingið skaða.