210 ung í arbeiði í Tórshavn

Síðstu fýra vikurnar hava tilsamans 210 ungfólk í Tórshavnar kommunu verið við í verkætlanini ?Ung í arbeiði?, har tey hava gjørt ymiskt fyrifallandi arbeiði.

Eins og undanfarin ár hevur Tórshavnar kommuna staðið fyri verkætlanini ?Ung í arbeiði?, sum hesa ferð hevur givið 210 ungfólkum í Tórshavnar kommunu høvið til at gjørt ymiskt fyrifallandi arbeiði. Arbeitt hevur verið í tveimum umførum í tvær vikur í senn, og fríggjadagin 24. juli hava tey seinnu sín síðsta arbeiðsdag.

? Verkætlanin, sum er góð, mennist kortini hvørt ár, og eitt nú hava vit havt nøkur av teimum ungu arbeiðandi í einum bátaumhvørvi, sum eitt nú fevndi um okkurt arbeiði við Westward Ho og ymiskt fyrifallandi arbeiði á landi, sigur Linda Petersen, samskipari av verkætlanini.

? Eisini fingu tvær seinmentar gentur pláss hesa ferð, saman við einum stuðli, og tað hevur eydnast sera væl. Bæði foreldur og stuðul hava greitt frá, hvussu glaðar genturnar hava verið fyri henda møguleikan.

Í ár varð heitt á fólk um at koma við hugskotum um, hvat tey ungu skuldu gera hesar tilsamans fýra vikurnar, og Linda sigur, at fólk hava verið ófør at komið við góðum hugskotum, so hetta verður uttan iva nakað, ?Ung í arbeiði? fer at royna aftur næstu ferð.