21-spæl í Gundadali

Havnarfeløgini líktust sær sjálvum, sum tey hava sæð út hetta kappingarárið. HB var ikki tað nógva at reypa av, men hevði tamarhald á, meðan B36 spældi nógv, men fekk einki burturúr. Tí kundi tað ikki enda við øðrum enn sigri og meistaraheiti til HB

Tað var ikki meira enn so, at teir fimm eykaminuttirnir vóru farnir, tá fjøldin helt, at Petur Reinert hevði bríkslað av í Gundadali. Í øllum førum komu børn tysjandi inn á vøllin, men tá dómarin vísti, at hann var ikki heilt liðugur, fóru tey líka so skjótt tysjandi út aftur. Men so bríkslaði hann av, og brátt fyltist vøllurin av fólki.
Í somu løtu var eisini tað greitt, sum onkuntíð hetta kappingarárið hevur verið væntað av øllum, onkuntíð ikki væntað av nøkrum – men í síðsta enda tað, tú næstan altíð kanst rokna við: At HB endar ovast, tá avtornar.
Eftir ein dyst ímóti grannunum í B36, sum ikki fer í søgubøkurnar sum annað enn staðfestingin av 21. meistaraheitinum hjá HB, vísti meistaraliðið eina dygd, ið veruliga er einum meistaraliðið verdur: At hava tamarhald á støðuni, sjálvt um mótstøðuliðið hevur bóltin og trýstið.
Stigatalvan lýgur ongantíð, so hóast HB verri enn so altíð hevur fingið rós fyri síni avrik í teimum 27 umførunum, ið spæld eru, hevur eingin gjørt tað betri enn HB. Og júst eitt kappingarár, har annað lið hevur sitið tyngri á oddasessinum og uppaftur eitt annað til tað síðsta andaði HB í nakkan, vísti tann sterka sigurstraditiónin í Føroya nógv mest vinnandi felag seg at var hinum ov sterk – enn eina ferð!

Vilji sást at byrja við
HB byrjaði annars ársins síðsta lokalbrak í høvuðsstaðnum nógv bragdligari, og í eina langa løtu var B36 trýst aftur á egna hálvu at verja og binda fyri. Tað gingu heldur ikki meira enn sjey minuttir, so hevði HB fingið løn fyri stríðið, eftir at B36 heldur óneyðugt gav eitt hornaspark.
Andrew av Fløtum fór út til hornaflaggið í høgru síðu at leggja sær bóltin til rættis. Síðani sendi hann væl innfyri, so bólturin dalaði mitt fyri málinum, har fyrst Milan Kuljic og síðani Þórður S. Hreiðarsson royndu at toyggja seg eftir bóltin, men uttan at røkka heilt upp. Aftan fyri teir stóð hinvegin Fróði Benjaminsen púra ódekkaður og skuldi bara seta fótin á, og so var 1-0.
Leygardagin vóru tvey ár og tveir dagar, síðani HB síðst hevði vunnið á grannunum, og viljin til, at nú skuldi tað verða, sást í eina løtu eftir málið. Men longu eitt korter inn í dystin slepti HB onkursvegna sínum initiativið, og hóast tað eydnaðist at fáa eitt mál aftrat, sá HB í nógvar mátar út sum eitt lið, ið var við undirlutan tað allarmesta av dystinum.
B36 tók seg longur og longur inn á HB-hálvuna og vísti stundum gott spæl. Men teir ítøkiligu málkjansirnir komu ikki kortini, so tí var B36 í nógvar mátar sær sjálvum líkt. Hóast síðstu dystirnir hava verið góðir, sá tað út hjá B36, sum tað gjørdi í fleiri av dystunum, ið einki hava givið í ár. Har var bara roykur, men eingin grind.

Tvey tøtt mál
At HB so brádliga fimm minuttir fyri hálvleik fekk økt til 2-0, hevði einki við spælbýtið at gera, men tað er kanska eisini HB so líkt. Tá málini skulu koma, koma tey – óansæð, um tað er øgiliga uppiborið ella ikki. Og tað er so sanniliga ein dygd, ið ikki er at forsmáa!
Burtur úr einari av teimum hendinga ferðunum, HB royndi at søkja at, kom eitt fríspark nokk so uttarlaga, nakað úti í vinstru síðu. Talan mundi vera um einar 30 metrar úr B36-málinum, so tí væntaðu tey flestu helst, at bólturin fór at verða skotin innfyri, so onkur av teimum høvuðsterku kundi sleppa at royna seg.
Men Vagnur Mohr Mortensen, ið fekk kjansin at skjóta, ætlaði tað øðrvísi. Hann fekk sær gott renningarlop og smekkaði so til ímóti málinum, har Magnus Poulsen í B36-málinum nokk fekk fingrarnar á, so bólturin brast í stongina og útaftur í spælið. Har stakk Hendrik Rubeksen seg brádliga upp, og við einum kontrolleraðum sparki sendi hann bóltin í málið, so nú var 2-0.
Tríggjar minuttir seinni fekk HB enn eitt fríspark, ið hesa ferð var ein metur framman fyri miðkringin, og enn eina ferð slapp Vagnur at royna seg. Hann høgdi til ímóti málinum, og Magnus Poulsen fekk í fyrsta umfari boksað bóltin av vandaleið, áðrenn hann var skotin innfyri av nýggjum. Tá eydnaðist Símuni Joensen at tveita seg fram at skalla bóltin út úr B36-brotsteiginum.
Og so fekk tað annars skjótt fyri seg hin vegin. Bárður Olsen fór avstað við bóltinum og spældi hann beinanvegin út til Hjalgrím Elttør, sum var staddur úti í vinstru síðu á egnari hálvu. Hann tók til beins og rak allan vegin fram til HB-baklinjuna, áðrenn hann bleiv taklaður. Bólturin endaði fyri fótunum á Christiani Restorff Mouritsen, ið frá fimmmetrinum var ísakaldur og við vinstra beini høgdi til upp undir nettakið. So var 2-1.

Hendingarleyst
Eftir hálvleikssteðgin var lítið veiggj í HB, sum mestsum einki megnaði fram eftir vøllinum. Í staðin yvirtók B36 so at siga alt spælið. Bólturin varð spældur væl fram ímóti brotsteiginum hjá HB, men so rendi B36 seg í ein sterkan verjumúr hvørja einastu ferð, so ikki slapst longur.
Hóast spælið hjá B36 sum so sá fínt út og í løtum var stuttligt at hyggja at, bar tað ongan veg, tí hugflogið hvarv, tá tað ráddi um at finna avgerandi sendingarnar, ið kundu skræða HB-verjuna sundur. Serliga Vagnur og Doddi í miðverjuni stóðu stinnir, men eisini bakkarnir báðir, Levi og Hendrik, fingu bundið væl fyri, samstundis sum miðjan hjálpti væl til í royndunum at forða fyri, at B36 skuldi koma ov nær.
Onkra hendinga roynd hevði B36 útifrá, men tað gjørdist ongantíð ordiliga vandamikið, og tað sama var við tilvildarligum bóltum, ið endaðu inni í HB-brotsteiginum. Størsta møguleikan hevði Jónas Þór Næs, tá hann eftir hornaspark royndi seg við einum krampaskoti, ið bara fór sentimetrar uttan fyri stongina hjá HB.
Í veruleikanum var sigurin ongantíð í vanda hjá HB, tí liðið hevði – hóast vantandi spæl fyri tað nógva av tíðini – fult tamarhald á tí, sum fór fram á tí partinum av vøllinum, har tað kundi gerast vandamikið. Og var ikki nógvur klassi yvir tí, HB royndi seg við frameftir, var í øllum førum serklassi yvir verjuspælinum henda seinasta dystin!
Tí kundi tað næstan heldur ikki enda við øðrum enn einum HB-sigri og enn einum meistaraheiti til høvuðsstaðarfelagið, ið nú er farið at ganga ímóti teimum 30… Eingin ivi er um, at meira býr í sterka hópinum hjá HB, enn liðið vísti í ár, so helst mugu hini finna seg í, at fremsta málið aftur í næsta ár verður at koppa meistaraliðnum, sum í ár hevur víst eina mentala styrki, einki annað lið hevði. Tí er meistaraheitið eisini so ruddiliga uppiborið!