21 sleppa á Setrið

Næstu dagarnar fáa tilsamans 213 umsøkjarar til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum boð um, at tey eru upptikin.Tilsamans komu 350 umsóknir komu inn til útbúgvingarnar á Setrinum. Og av hesum eru sum sagt 213, sum fáa lestrarpláss í boði eftir summarfrítíðina.

Býtið millum útbúgvingarnar gjørdist soleiðis:

30 føroyskt BA

2 føroyskt hjánám

34 KT-verkfrøði

15 lívfrøði

35 lærara

35 námsfrøði

25 samfelagsvísindi

22 sjúkrarøktarfrøði

15 søga


Vegna ov veikt studentagrundarlag verður onki nám í náttúruvísindum við denti á jarðfrøði ella havfrøði í 2012. Tríggir av umsøkjarunum til náttúruvísindi, sum uppfylla fortreytirnar fyri at verða tikin upp til lívfrøði, eru tó boðin at taka ta útbúgvingina.

Talið av umsóknum til lestur á Setrinum varð munandi størri í ár enn í fjør, tá talið var 273.


(kanska mynd)