- Síðani klokkan 16:10 í dag hevur verið leitað eftir einum 21 ára gomlum manni í Sørvági. Klokkan 20.40 í kvøld varð maðurin funnin deyður í Sørvági.
Tað veit Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur at siga í tiðindaskrivi í kvøld. Tey avvarandi eru kunnaði, leggur Jón Klein Olsen aftrat.
In.fo hevur vent sær til vaktleiðaran fyri at spyrja um tilburðin í Vágum, men vaktleiðarin sigur, at løgreglan ikki hevur fleiri upplýsingar um syrgiligu hendingina í Vágum í kvøld.