PRÓGV
Hesar starva allar á sjúkrahúsdeildum, ellis- og røktarheimum, og í heimarøktini. Á hesi støð fara sjúkrasystralesandi í starvsvenjing og knýttar at teimum hava tær eina sjúkrasystir, sum er teirra vegleiðari.
Nýggju praktikkvegleiðararnir hava tikið eitt skeið, sum hevur vart sjey í vikur.
- Fyrr hevur verið skipað fyri smærri skeiðum fyri vegleiðarar. Hetta langa skeiðið, sum hesar 21 nú hava fingið, ger teirra førleika at vegleiða sjúkrasystrar undir starvsvenjingini munandi betri, sigur Hildur við Høgadalsá, lærari á Sjúkrasystraskúla Føroya.
Hesar 21 sjúkrasystrarnar, sum nú hava fingið prógv sum praktikkvegleiðarar, nøkta ikki tørvin. Tí er eitt nýtt skeið er í umbúna.