Fólkakirkjan: Inntøkan frá kirkjuskattinum verður brúkt til at fíggja viðlíkahald og rakstur av kirkjunum, eins og peningur verður nýttur til nýbygging, um- og tilbygging og virksemið hjá kirkjuráðunum.
62 kirkjur eru í landinum, harav 17 teirra eru friðaðar sambært fornminnalóggávuni. Síðani nýggja kirkjuskattaskipanin varð sett í gildið í 2000 eru nógvar umvælingar gjørdar, eins og ein hevur sett upp serstaka hoyriútgerð.
Í sambandi við bygging, um- og tilbygging av kirkjum, verður somuleiðis dentur lagdur á atkomuviðurskiftini hjá rørslutarnaðum. Í hesum sambandi kunnu nevnast Hoyvíkar kirkja og kirkjurnar í Sumba, Vestmanna og Kvívík.
Sambært formninnalóggávuni hevur eigarin av friðaðum bygningi skyldu til at halda bygningin viðlíka. Friðaðu kirkjurnar eru sera kostnaðarmiklar at halda við líka, og er Fornminnissavnið við í myndini, tá umvælingar skulu gerast.
Nevnast kann, at Sands kirkja rindaði umleið 600.000 krónur fyri útskifting av flagtekjuni í 2005.










