Tjaldur er stórspælandi í løtuni, og kvinnurnar úr Runavík hava vunnið seks landskappingardystir og ein steypadyst upp í slag.
Adina Petrea, Tjaldur, var toppskjútti við 13 málum. Liljan Djurhuus skeyt flest mál fyri VÍF. Hon stóð við 9 av málunum.
Neistin vann grannauppgerðina í Havn og spældi seg víðari í hálvfinaluna. Neistin vann 24-19 á Kyndli.
Tveir dystir byrjaðu klokkan 20.00. Tað vóru dystirnir millum StÍF I og StÍF, og Stjørnuna og VB.









