Seinnapartin í gjár legði ein lítil grind beinini á sandinum í Trongisvági.
Grindin var sædd úr landi og av Smyrli, og varð rikin inn á Trongisvágsfjørð, har hon varð hildin á sandinum til beint eftir klokkan 14:30.
Tá talt varð upp, vísti tað seg at grindin bert var 21 hval, og tí varð hon skift sundur til Froðbiar sókn tað er: Froðba, Tvøroyri, Trongisvágur, Líðin og Øravík.
Seðlarnir komu út klokkan 20 í gjárkvøldi.
(savnsmynd)