Síðsta leygardag var seyðahundakapping á Viðareiði. Hóast nakað kalt, var veðrið av tí besta, tá kappingin byrjaði kl 10. Slíkar kappingar verða skipaðar í ymsum flokkum og á ymsum torleikastigum. Dugnaligastu hundarnir kappast í flokki trý, sum eisini hevur tær torførastu avbjóðingarnar.
Ymsar avbjóðingar
Fyrsta uppgávan hjá hundunum var at reka á leið fimm seyðir hvørja ferð gjøgnum ymisk portur. Síðani skuldu teir deila eitt størri seyðafylgi upp í tveir bólkar. Seinasta avbjóðingin hjá hundunum var at reka seyðafylgið í rætt og síðani finna og reka ein ávísan seyð úr mongdini.
Til at leiðbeina hundarnar í eini slíkari kapping, standa eigarnir á síðulinjuni og bríksla ávís signal. Ymiskt er, hvussu nógv signal verða brúkt. Summir eigarar brúka eini 10-12, meðan aðrir ikki hava tørv á fleiri enn eini fimm. Allir hundarnir, sum vóru við í kappingini leygardagin, verða vanliga brúktir sum seyðahundar.
Kappingin helt á allan dagin til um fimm tíðina. Tá varð farið oman í gamla skúlan, har borgarstjórin á Viðareiði, Árni Absalonsen, handaði vinnarnum steyp og heiðursmerki. Síðani varð farið til borðs, har luttakararnir fingu smyrjibreyð og ein góðan drekkamunn.
Kappingin var sera væl eydnað, frætta vit frá stigtakarnum. Til samans 21 hundar tóku lut, og gjørdust úrslitini hesi.
Flokkur 3: (bestu hundarnir í landinum)
1. Moss við Absalon Hansen, Tórshavn 106 stig
2. Hvess við René Hansen, Nólsoy 106 stig
3. Meg við Eyðstein Jensen, Tórshavn 104 stig
4. Ben við Eyðstein Jensen, Tórshavn 102 stig
5. Mirk við Absalon Hansen, Tórshavn 99 stig
6. Jim við Absalon Hansen, Tórshavn 95 stig
7. Odd við Erik Hansen, Bøur 92 stig
8. Ravn við Erik Hansen, Bøur 83 stig
9. Marta við René Hansen, Nólsoy 72 stig
10. Peik við Hanus Højgaard, Tórshavn 68 stig
11. Snøgg við Kjeld Nattestad, Mykines 42 stig
Flokkur 2:
1. Midge við Jógvan A. Petersen, Sørvágur 79 stig
2. Glenn við Torbjørn Poulsen, Bøur 60 stig
3. Flekk við Jákup Jacobsen, Haraldssund 42 stig
4. Jack við Gerhard Hansen, Miðvágur 41 stig
5. Puk við Jónleif Jørgensen, Miðvágur 30 stig
Flokkur 1:
1. Svan við Ellef Ellefsen, Sørvágur 73 stig
2. Roy við Absalon Hansen, Tórshavn 71 stig
3. Jim við Tróndur Petersen, Viðareiði 54 stig
4. Nap við Eyðstein Jensen, Tórshavn 51 stig
Statoil stuðlaði kappingini við steypum, meðan Sp/fLeivur Ellingsgaard í Klaksvík lat steyp og heiðursmerki. Tað er MBM, sum er stuðul hjá Seyðahundafelagnum.