21 fólk komu trygt út úr brennandi flogfari í Texas

Tvey eru farin á sjúkrahús við minni skaðum, men øll komu frá flogvanlukku í Texas á lívi.

 

21 fólk megnaðu at bjarga sær út úr einum flogfari, sum í morgun lokala tíð datt niður, tá tað fór á flog.

Sjónvarpsmyndir frá amerikonskum miðlum vísa brennandi flogfarið liggja á bønum nakrar hundrað metrar frá flogbreytini við flogvøllin Houston Exectutive Airport.

– Í dag  er ein góður dagur, sigur talsmaður fyri løgregluna á tíðindafundi á staðnum.

– Eingin er deyður. Tað er ein fantastisk kensla fyri okkum sum bjargingarfólk, leggur hann afturat.

Ólukkan hendi umleið klokkan 16:40 okkara tíð.

Ein tíma seinni hevði bjargingarmanningin tamarhald á eldinum, vísa beinleiðis myndir. Stór roykskýggj koma framvegis frá brennandi vrakinum, har bara aftasti parturin er nøkulunda heilur.

Flogfarið er eftir øllum at døma farið beina kós av lendingarbreytini og beinleiðis út á markina. Tað kom helst ikki á flog, upplýsa bjargingarfólk á staðnum sambært sjónvarpsstøðini ABC 13.

Eingin hevur fingið álvarsligan skaða, men tvey av teimum 21 umborð eru send á sjúkrahús við minni skaðum, verður sagt.

Enn er ógreitt, hvussu fólkini megnaðu at sleppa úr flogfarinum.

Flogfarið er av slagnum MD-80, sigur tilbúgvingarstýrið á staðnum á Twitter.

Eitt felag, nevnt Flair Builders, eigur flogfarið, sigur ABC 13.

Eigarin av felagnum upplýsir, at umborð á flogfarinum var manning upp á trý fólk og 18 ferðafólk. Tey vóru á veg til eitt ítróttartiltak í Boston.

/ritzau/